1

Góðkenningar

Ymiskar góðkenningar, sum IRF hevur fingið, síggjast niðanfyri.

ISO-góðkenning

Allar deildir hjá IRF hava altjóða ISO14001:2015 góðkenning. Hetta er ein góðkenning av umhvørvisstýrisskipan okkara. Harumframt hevur IRF fingið ISO-góðkenning fyri at hava sett heimsmálini hjá ST í verk.

Góðkenningarnar kunnu síggjast og takast niður her.

Aðrar góðkenningar

Umhvørvisgóðkenningarnar hjá IRF síggjast á hesum leinkjum hjá Umhvørvisstovuni:

IRF hevur eisini fingið viðurkenning og prógv frá fyritøkuni Plastix í Danmark fyri at senda trol og net til endurvinningar hjá teimum.