Endurnýtsluhagtøl

Øll hagtøl og roknskapir felagsins eru á finna í ársfrásøgnunum, ið kunnu takast niður sum pdf-fílur her.

í 2018 tók IRF ímóti 40.534 tonsum av burturkasti. Hetta er ein 15,5% hækking samanborið við 2017. Hóast 57% av hesum vórðu brend, fegnast vit um, at 30% av øllum burturkastinum, sum IRF tekur ímóti, verða endurnýtt. 

IRF tók ímóti 234.691 m3 av burturkasti frá húskjum, bingjuplássum, virkjum og øðrum í 2017 (Talva 1). Tað er ein vøkstur upp á 12,8% í mun til 2016. Hóast størsti parturin, umleið 68% varð brendur í 2017, so fegnast vit um, at endurnýtslu parturin nú er omanfyri 30%.   

Í ársfrásøgnini eru frágreiðingar til talvurnar, eins og fleiri hagtøl eru at finna.