IRF-posar

Hevur tú ongan posa eftir?

image_pdf

IRF ber nýggjar posar út í viku 11, 12 og 38.

Í viku 11 og viku 38 verða grá rull borin út, og í viku 12 verða tey hvítu rullini borin út. Saman við gráa rullinum hesa ferð er eisini ein reyður posi til serliga dálkandi burturkast.

Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár.

Eyka gráir posar kunnu keypast í handlum kring landið

Yvirlit yvir handlar, ið selja gráar IRF-posar, sæst niðast á hesi síðu. Rullini við gráum posum kosta uml. 150 kr. og 5 posar eru í hvørjum rulli. Orsøkin til, at keypsposarnir frá IRF kosta meira enn vanligir svartir posar, er, at hesin prísur er íroknaður tænastuna frá IRF, har burturkastið verður heintað og burturbeint á rættan hátt.

Innsavnararnir hjá IRF taka bert gráu, hvítu og reyðu posarnar frá IRF og ikki aðrar svartar ella gráar posar.

Hvítu posarnir hjá IRF skulu bert nýtast til reint papp og pappír. Er annað burturkast í, verða teir ikki tiknir. 

Góð ráð til tín, ið ikki fær posarnar at strekkja

  • Nýt ikki posarnar til annað enn ruskstativið. Annars fert tú at mangla posar.
  • Skil pappír og papp frá, t.d. allar smáeskjur frá húsarhaldinum – nýt hvíta IRF posan til hetta. Hvat kann eg lata í hvíta posan?
  • Skil bleytt plast frá húsarhaldsburturkastinum. Tú kanst lata tað bleyta plastið í kláran posa, sum verður latin niður í hvíta posan. T.d. vanligt bleytt plast, bløðruplast og pakkiplast frá vøruplattum, møblum og klæðum. Les meira um bleytt plast her.
  • Skil battarí, ljósperur, spreydósir, smærri elektroniskar lutir, kemikaliu og annað serliga dálkandi burturkast í reyða posan hjá IRF. Les meira um reyða posan her.
  • Skil glaskrukkur, drekkigløs og glasfløskur frá lat inn á endurnýtsluplássið. Les meira um skiljing av glasi her.
  • Skil konservesdósir og annað smátt jarn frá og lat í jarnbingjuna á endurnýtsluplássinum. Les meira um skiljing av jarni her.

Stórt húski?

Tá 6 fólk ella fleiri eru í húskinum, hevur tú rætt til fleiri posar, og fært tú teir við at boða kommununi frá. Síðani boðar kommunan IRF frá, sum skrásetir tykkum sum stórt húskið. Les meira her.