Í starvsvenjing hjá IRF

Seinastu tvær vikurnar hevur Ámundur Berthelsen, sum gongur í 9. flokki í skúlanum við Løkin í Runavík, verið í starvsvenjing hjá IRF. IRF tekur javnan næmingar inn í starvsvenjing, og tað er bæði gevandi og stuttligt at fáa ung fólk inn til IRF.

Ámundur sigur, at hesar tvær vikurnar hava gingið skjótt, tí hann hevur trivist sera væl. Hann hevur verið runt á ymisku arbeiðsstøðunum, og dagarnir hava verið sera spennandi og fjølbroyttir. T.d. hevur hann arbeitt í innsavningini, serburturkasti, endurvinningini og á brennistøðini. Eisini hevur hann arbeitt í smiðjuni og skrúvað upp á ein stóran grabba. Hann sigur, at tað allarbesta var at arbeiða sum posamaður, tí tá rokast man allatíðina, og samstundis ger man ein mun fyri fólk og ikki minst umhvørvið.

Vit takka Ámundi fyri hesar báðar vikurnar, og møguliga síggja vit hann aftur, tá hann fer at velja sær yrkisleið.

Her brýtur Ámundur ljósrør á tryggan hátt á deildini innan serburturkast.