IRF nevndin á vitjan í Suðuroy

Nevnd og leiðsla hjá IRF hava verið á vitjan á Umlastingar- og móttøkustøðini í Trøllavík í Suðuroy. Í Trøllavík verður alt burturkast í Suðuroynni umlastað, áðrenn tað verður sent norður til endurvinning og brenning. Burturkastnøgdirnar í Føroyum vaksa støðugt, og tískil verður neyðugt við útbygging frameftir.

Í Trøllavík er forkanning farin í gongd fyri at vita, hvat krevst av plássinum, og ein langtíðar íløguætlan er gjørd.