IRF og Tórshavnar kommuna kanna samstarvsmøguleikar

IRF og Tórshavnar kommuna hava í nógv ár samstarvað innan burturkastøkið, um eitt nú endurnýtslu, bilvrak, spillolju, brenning o.s.fr., eins og partarnir í løtuni samstarva um at gera felags tyrvingar- og rottangapláss.

Seinastu tíðina hava IRF og Tórshavnar kommuna verið í eini samstarvstilgongd við tí endamáli at kanna møguleikarnar fyri, at Kommunala Brennistøðin og burturkastøkið annars hjá Tórshavnar kommunu verður ein partur av IRF. Báðir partar meta, at samstarvið gevur góða meining fyri endurnýtslu- og burturkastøkið, ið sostatt verður rikið av einum felagi.

Brennistøðin hjá Tórshavnar kommunu er bygd út í 2014, meðan brennistøðin hjá IRF verður bygd um í løtuni. Livitíðin hjá hesum støðum er væntandi 10-15 ár, og er ætlanin tá at byggja nýggja felags brennistøð fyri alt landið. Eitt tílíkt arbeiði krevur neyva fyrireiking og er ein stór íløga.

Partarnir hava enn nógv viðurskifti at gjøgnumganga og kanna nærri, bæði av fíggjarligum og rakstrarligum slagi, eisini við atliti til ymsu politisku myndugleikarnar. Enn er tískil ov tíðliga at siga, júst hvussu ein endalig avtala kundi sæð út.