Jern og metalir verða skilt í kopar, aluminium, rustfrítt stál og jarn skulu skiljast hvør sær.
Hvat skal latast til endurnýtslu?
- Rein blikk og dósir (Frá eitt nú húsarhaldum)
- Skrúvir, jarnspønir, motorlutir
- Takplátur, hegn og o.tíl.
- Súkklur
- Radiatorar, komfýrar o.s.fr.
- Tangar, lemmar, veirar, letir, rør, o.tíl.
- Motorar (GG: Filtur skulu vera tikin úr og oljan tippað av).
Hvar kann tað latast inn?
Privat: Á kommunalu endurnýtsluplássini
Vinna og kommunur: Til IRF á Gjánoyri, eftir avtalu á tel. 414243
Hvar fer tað?
IRF sendir jarn og metalir til endurnýtlsu uttanlands. Størsti parturin verður sendur til Danmarkar, og annars avskipa vit eisini til Hollands, Skotlands, Týsklands og Svøríkis.
Jarn og metalir, sum verða send til endurnýtslu, verður endurvunnin til nýtt tilfar, sum síðan verður gjørt til nýggjar lutir.
At framleiða nýggjar lutir úr endurvunnum jarni og metalum gevur munandi minni CO2-útlát enn at framleiða somu lutir úr nýggjum tilfeingi. Harafturat broytist dygdin á tilfeinginum ikki stórvegis, tá tað verður endurvunnið.
Motorar (uttan olju) Kopar Aluminium Jarn Rustfrítt stál