Grái og hvíti posin

Broytingar í innsavning vegna ólavsøku

Broytingar í meginøkinum

Húsarhaldsposar, ið vanliga verða heintaðir hósdag, verða í ólavsøkuvikuni heintaðir mikudagin 28. juli.

Á Glyvrum, í Saltangará, Runavík, Syðrugøtu, á Skála, Strondum og Innan Glyvur verða húsarhaldsposarnir heintaðir týsdagin 27. juli, og ikki mikudag, sum vanligt er.

Húsarhaldsposarnir á Toftum, Nesi, Saltnesi og í Fuglafirði, sum vanliga verða heintaðir týsdag, verða heintaðir mikudagin 28. juli í staðin.

 

Broyting á Sandoynni

Húsarhaldsposarnir á Sandi verða tiknir mikudagin 28. juli.

 

Broytingar í Suðuroy

Húsarhaldsposarnir í Porkeri, Vági, Lopra og Sumba, ið vanliga verða heintaðir mikudag, verða heintaðir hósdagin 29. juli í staðin.

Hvíti posi verður heintaður mikudagin 28. juli.