LEIGA BINGJU

image_pdf

IRF hevur ymisk sløg av bingjum og lastum, sum kunnu leigast. Leigukostnaðurin er tengdur at støddini á bingjuni, tíðarskeiðið, hon verður leigað, umframt burturkastið, sum verður latið í bingjuna. Burturkastið skal vera væl skilt, soleiðis at bara eitt slag av burturkasti er í hvørji bingju. Sí yvirlit yvir, hvussu burturkast skal skiljast her.

Verða ymisk sløg av burturkasti blandað saman í bingjuna, verður eitt eykagjald tikið, fyri at IRF má skilja burturkastið.

Støddir og prísir
Burturbeining av ruski í bingju/last
40 – 864 kr/m3 (prísurin er tengdur at slagnum av burturkasti)

Bingju stødd m3  Depositum* Flutningsgjald** Dagleiga Mánaðarleiga
10 2500 kr. u/mvg 300 kr. u/mvg 38 kr. u/mvg 1000 kr. u/mvg
15 2500 kr. u/mvg 300 kr. u/mvg 57 kr. u/mvg 1500 kr. u/mvg

GG: Bingjurnar, sum er 10 m3, verða bert leigaðar út til vinnuligt og kommunalt virksemi og ikki til borgarar.  

Last stødd m3  Depositum* Flutningsgjald** Dagleiga Mánaðarleiga
17 2500 kr. u/mvg 300 kr. u/mvg 65 kr. u/mvg 1700 kr. u/mvg
21 2500 kr. u/mvg 300 kr. u/mvg 80 kr. u/mvg 2100 kr. u/mvg
30 2500 kr. u/mvg 300 kr. u/mvg 114 kr. u/mvg 3000 kr. u/mvg
35 2500 kr. u/mvg 300 kr. u/mvg 133 kr. u/mvg 3500 kr. u/mvg

*IRF kann tilskila sær rætt til at krevja eitt depositum á 2500 krónur
**Flutningsgjaldið verður kravt einaferð og er íroknað fyrsta leigudagin.

Leigarin hevur ábyrgdina av bingjuni í leigutíðarskeiðnum. Leigarin kann ábyrgdast fyri skaða ella óhapp, sum ikki stendst av vanligum sliti og elli.

Bílegg bingju her

Myndir av bingjum og lastum

Bingja 10 m3
Bingja 15 m3
Last – 17, 21, 30 ella 35 m3. Lastirnar kunnu vera við ella uttan neti.