Leiga bingju/last

IRF hevur ymisk sløg av bingjum og lastum, sum kunnu leigast. Endaligi kostnaðurin fyri bingjuleigu og burturbeining av burturkasti veldst um: 

  • støddina á bingjuni
  • tíðarskeiðið, hon verður leigað
  • burturkastið, sum verður latið í bingjuna

Burturkastið skal vera væl skilt, soleiðis at bara eitt slag av burturkasti er í hvørji bingju. Við skiljiskjáttuni er lætt at finna útav, hvussu burturkastið skal skiljast. Ringjast kann eisini til IRF fyri vegleiðing.

Verða ymisk sløg av burturkasti blandað saman í bingjuna, verður eitt eykagjald tikið, fyri at IRF má skilja burturkastið.

Støddir og prísir
Prísirnir fyri ymisku burturkastbólkarnar síggjast her: BURTURKASTPRÍSIR

Bingju stødd m3  Depositum* Flutningsgjald** Dagleiga Mánaðarleiga
10 2500 kr. u/mvg 300 kr. u/mvg 38 kr. u/mvg 1000 kr. u/mvg
15 2500 kr. u/mvg 300 kr. u/mvg 57 kr. u/mvg 1500 kr. u/mvg

GG: Bingjurnar, sum er 10 m3, verða bert leigaðar út til vinnuligt og kommunalt virksemi og ikki til borgarar. Harumframt verða tær bert brúktar til bleytt burturkast, og ikki til t.d. byggiburturkast.

Last stødd (m3)

Depositum*

Flutningsgjald**

Dagleiga

Mánaðarleiga

17

kr. 2500 u/mvg

kr. 300 u/mvg

kr. 65 u/mvg

kr. 1700 u/mvg

21

kr. 2500 u/mvg

kr. 300 u/mvg

kr. 80 u/mvg

kr. 2100 u/mvg

28

kr. 2500 u/mvg

kr. 300 u/mvg

kr. 106 u/mvg

kr. 2800 u/mvg

         
         

*IRF kann tilskila sær rætt til at krevja eitt depositum á 2500 krónur
**Flutningsgjaldið verður kravt einaferð og er íroknað fyrsta leigudagin.

Leigarin hevur ábyrgdina av bingjuni í leigutíðarskeiðnum. Leigarin kann ábyrgdast fyri skaða ella óhapp, sum ikki stendst av vanligum sliti og elli.

Bílegg bingju her

Myndir av bingjum og lastum

Bingja 10 m3

 

Bingja 15 m3

 

Last – 17, 21 ella 28 m3. Lastirnar kunnu vera við ella uttan neti.

 

Leiga sýrufastan kassa til serburturkast

Nú kunnu virki og kommunur melda teg til umbýtingarætnastuna hjá IRF, har tær fáa ein sergjørdan sýrufastan kassa at goyma serliga dálkandi burturkast í. Tá kassin er fullur og virki/kommunan fær IRF at heinta hann, verður ein nýggjur kassi latin.

Slag Nøgd Kostnaður
Sýrufastir kassar 45 Litrar Árlig umbýtingartænasta Kr. 1.000,00 u/mvg*

*Gevið gætur: Gjaldið fevnir um levering, umbýting og leigu av sýruføstum kassa/ílati í eitt ár. Gjaldið fevnir ikki um burturbeining av tí serliga dálkandi burturkasti, sum tú letur til IRF.