Marknaðar/samskiftisfólk til IRF

image_pdf

IRF søkir eftir marknaðar/samskiftisfólki at byrja 1. februar 2018.

IRF er eitt spennandi felag í støðugari menning, ið leitar eftir fólki, ið hevur hug og hegni  at standa fyri marknaðarátøkum okkara, so sum lýsingarátøkum, heimasíðu okkara og IRF á sosialu miðlunum, umframt breiðari innanhýsis- og uttanhýsis samskiftisuppgávum.

Kundi tú hugsað tær at tikið tær av marknaðar- og samskiftisøkinum hjá IRF, og ikki smæðist burtur at vitja kundar okkara, so er tað allarhelst tær, vit leita eftir.

Vit leita eftir fólki, sum dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipað, og er tað ynskiligt, at tú hevur viðkomandi útbúgving og royndir. Eisini er neyðugt, at tú dugir væl at orða teg á føroyskum og donskum, og hevur góðar telduførleikar.

Talan er um eitt nýtt starv, har tú verður við til at mynda starvið og hevur góðar møguleikar at koma við tínum hugskotum um, hvussu IRF framyvir kann bera boðskap sín út.

IRF arbeiðir við støði í hugsjónini um ringbúskap, og skalt tú vera við til at seta endurnýtslu á breddan hjá bæði húsarhaldum, stovnum, vinnu og kommunum. Tað er sostatt ein fyrimunur, at tú ert áhugað/ur í at arbeiða við umhvørvinum og sær góða meining í at verja umhvørvið, komandi ættarligum at frama.

Starvið verður lønt sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag. Er tú áhugað/ur í starvinum og vil vita meira, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Aslaug Gisladóttir, varastjóra á tlf. 234212. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. des. 2017 á telduposti: irf@irf.fo

IRF tilskilar sær rættin til frítt at velja millum innkomnu umsóknir ella ongan at seta.