LIMAGJALD
Limagjaldið hjá kommununum er í 2022 1.325 krónur pr. íbúgva. Limagjaldið verður skuldskrivað mánaðarliga.
Limagjaldið fevnir um:
• Ruskgjald: kr. 1.122,- pr. íbúgva fyri ruskinnsavnan og burturbeining
• Rottangagjald: kr. 203,- pr. íbúgva fyri regluliga rottangatøming
Tænasturnar, sum eru fevndar av limagjaldinum, eru innsavnan og handfaring av:
• Gráa posa til húsarhalds burturkast
• Hvíta posa til pappír endurnýtslu
• Reyða posa til serliga dálkandi burturkast
• Ársbrúk pr. húski av gráa, hvíta og reyða posa
• Reglulig rottangatøming
Um tú vilt vita meira?
IRF er ein interkommunalur renovatións felagsskapur, sum allar kommunur í Føroyum eiga, við undantaki av Tórshavnar kommunu.
IRF hevur eina solidariska skipan og merkir hetta, at tað kostar kommununum tað sama at fáa heintað ruskposar og tøma rottangar, óansæð hvør kommuna talan er um, og hvar hon liggur í landinum.