Mál

Í tráð við umhvørvispolitikkin hevur IRF sett bæði langtíðar- og stutttíðarmál.

Langtíðarmál (2030):

  • IRF skal endurvinna 50%, brenna 47% og tyrva 3% av burturkastinum í 2030
  • IRF skal verða CO2 neutralt í 2030
  • Í 2030 skulu allir borgarar og virkir hava greiða vitan um, hvussu burturkast skal skiljast og hvussu tilfeingið á besta hátt verður hildið í ringrás
  • Í 2030 skulu øll kunna líta á, at virksemið hjá IRF verður framt á umhvørvisliga besta hátt

Stutttíðarmál (2023):

  • Skeivar skiljingar frá vinnuni skulu minka við 50% frá mars til desember 2023
  • IRF skal gera CO2 roknskap í 2023
  • Skúlar og/ella barnagarðar úr 15 kommunum skulu vitja IRF í 2023

Her kanst tú síggja eina samanumtøku av málunum fyri 2022.