Marknaðar- og samskiftisfólk til IRF

Brennur tú fyri samskifti, ið skapar broyting? Ynskir tú at gera ein mun fyri umhvørvið, og vilt tú vera við í framsókna arbeiðinum hjá IRF á grønu kós Føroya? Hjá IRF leita vit eftir einum ágrýtnum marknaðar- og samskiftisfólki.

Um starvið

Sum marknaðar- og samskiftisfólk kemur tú at standa fyri øllum marknaðarátøkum okkara, so sum lýsingarátøkum, heimasíðu og sosialu miðlunum, umframt øðrum samskiftisuppgávum.

Kundi tú hugsað tær at tikið tær av samskiftisøkinum hjá IRF, og ikki smæðist burtur at vitja fyritøkur, kommunur, skúlar og felagsskapir, so er tað allarhelst tær, vit leita eftir.

Um teg

Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipað, og hevur viðkomandi útbúgving innan samskifti og/ella marknaðarføring. Eisini er neyðugt, at tú dugir væl at orða teg á føroyskum og donskum og hevur góðar telduførleikar.

Tú dugir at miðla torskildar boðskapir á ein lættskiljandi og hugfangandi hátt. Tú hevur skil fyri talgildum miðlum og veitst, hvussu IRF gerst sjónligt á netinum.

IRF er ISO-góðkent, og vit arbeiða við støði í hugsjónini um ringbúskap. Tú skalt tí vera við til at seta endurnýtslu og endurvinning á breddan hjá bæði húsarhaldum, stovnum, vinnu og kommunum. Tað er sostatt týdningarmikið, at tú ert áhugað/ur í at arbeiða við umhvørvinum og sær góða meining í at verja umhvørvið, komandi ættarliðum at frama.

Tínar uppgávur verða m.a. at:

  • leggja til rættis marknaðar- og kunningarátøk
  • menna upplýsandi tilfar til heimasíðu og sosialar miðlar
  • menna upplýsandi tilfar til ungdóm, borgarar og arbeiðspláss
  • vísa vitjandi børnum og ungum runt á Hagaleiti og greiða frá um burturkastøkið
  • umsita intranetið og taka tær av innanhýsis starvsfólkakunning
  • ráðgeva og luttaka í innanhýsis- og uttanhýsis samskiftisuppgávum

Vit bjóða

Vit bjóða tær eitt meiningsfult arbeiði, har tú hevur beinleiðis ávirkan á at gera Føroyar meira burðardygt. Vit bjóða ein spennandi gerandisdag, sum tú fært møguleika at seta tín dám á. Tú verður partur av einari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, og vit eru errin av hesum starvsfólkunum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

Setanarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja skjótast gjørligt. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni á Hagaleiti í Leirvík. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og viðkomandi avvarðandi fakfelag.

Umsóknarfreist

Umsókn, lívsrensl og avrit av prógvum skulu sendast til starv@irf.fo í seinasta lagi 24. februar 2025.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til HR-leiðaran, Suffíu Høj, á tlf. 23 42 37.

Um IRF

IRF er ein interkommunalur felagsskapur, ið árliga tekur ímóti og viðger umleið 40.000 tons av burturkasti. IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingið, sum kundi verið endurvunnið, strembar IRF eftir at gera ein mun í arbeiðinum móti einum grønari ringbúskapi, har alsamt minni skal brennast og alsamt meira skal endurvinnast – umhvørvinum og okkum øllum at frama.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF er grundaður á heimsmálini hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins her.