Føroysk myndatekin á ruskíløt

Myndatekin til skiljing av burturkasti

Niðanfyri her síggjast ymsu myndapakkarnir at taka niður:

Tilsamans eru 89 myndatekin í úrvalinum hjá
Dansk Affaldsforening. Umsetingin av hesum til føroyskt verður gjørd so
líðandi. Samlaða úrvalið hjá Dansk Affaldsforening sæst her: https://danskaffaldsforening.dk/faelles-piktogramsystem

Um tit hava tørv á einum ávísum myndatekni,
sum ikki er umsett enn, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við
okkum.   

Tit eru vælkomin at senda okkum myndir, ið vísa, hvussu tit brúka myndatekinini.

Í næstum verða myndatekin til bingjur og
lastir eisini tøk.