1

OLJUDÁLKAÐ VATN

• Kjølvatn
• Vatn frá tangareinsing
• Vatn frá oljuskiljarum
• Óhapp v.m.

Hvar kann tað latast inn?
IRF heintar oljudálkað vatn eftir avtalu frá skipum, havnum v.m. Bílegg tænastu um tær tørvar.

Hvar fer tað?
Spilloljuverkið tekur olju úr oljudálkaðum vatni, reinsar oljuna og selur hana til endurnýtslu sum spillolja. Tað reinsaða vatnið verður latið út á sjógv.

Spilloljuverkið hjá IRF á Hagaleiti hevur altjóða góðkendu umhvørvisstýrisskipanina, ISO 14001:2015.