Burturkastnøgdirnar lækkaðar 10%

IRF hevur havt aðalfund í dag, og ársúrslitið fyri 2022 er 0,2 mió. kr. í avlopi. Í 2022 komu 37.955 tons av burturkasti inn til IRF, og hetta er 10% minni enn árið fyri. Burturkastnøgdirnar hava ikki verið so lágar síðan 2017.

Nevndin umskipað

Núverandi nevnd hevur sitið í tvey ár og skal sita tvey ár afturat. Tá ið nevndin varð vald í 2021, varð avtalað, at nevndin skuldi umskipa seg, tá ið skeiðið var hálvrunnið. Hetta varð gjørt í dag, og hevur nevndin skipað seg við Gunvá við Keldu sum forkvinnu og Oluf Müller sum næstformanni. Frammanundan var Hans Anders Jacobsen formaður og Jóanis Albert Nielsen næstformaður.

Minni avlop í 2022 enn mett frammanundan

Ársúrslitið fyri 2022 varð 200.000 kr., og hetta er 1,7 mió. kr. verri enn mett frammanundan. Seinasta árið er kostnaðarstøðið hækkað munandi kring allan heimin, og inflatiónin hevur verið methøg. Føroyska prístalið er hækkað við uml. 10% í 2022. Sambært Hagstovu Føroya er hetta størsta árliga broytingin í prístalinum seinastu 14 árini. Hetta merkist væl hjá IRF, og tað sæst millum annað í lønar- og rentuhækkanum, umframt prísvøkstri á vørum og tænastum. Búskaparliga royndist 2022 hjá IRF tískil verri enn mett frammanundan.

Inntøkurnar eru 3,4 mió. kr. størri enn mett, annar uttanhýsis kostnaður er 4,4 mió. kr. størri og starvsfólkakostnaður er 2 mió. kr. størri enn mett frammanundan. Í 2022 gjørdi IRF íløgur fyri tilsamans 59,3 mió. kr.

Bruttoúrslitið fyri 2022 gjørdist 65,5 mió. kr., sum er 0,7 mió. kr. verri enn í 2021. Fíggjarstøðan javnvigar við 304 mió. kr. í 2022 í mun til 266 mió. kr. í 2021.

Burturkastnøgdirnar lækkaðar 10%

Í 2022 tók IRF ímóti 37.955 tonsum av burturkasti. Hetta er ein lækking á 10% í burturkastmongdunum samanborið við 2021. Hóast støðugur fólkavøkstur hevur verið í Føroyum seinastu árini, framleiða vit eftir øllum at døma ikki lutfalsliga meira burturkast. Minkandi burturkastnøgdir verða ofta mettar at vera ein tann fyrsta ábendingin um, at ferðin í samfelagnum er sett niður. Nakrar av orsøkunum kunnu vera hækkandi kostnaðarstøði seinasta árið, hækkandi bankarentur umframt avleiðingar av krígnum í Ukraina, sum nú hevur vart í meira enn eitt ár.

Av teimum 37.955 tonsunum, sum IRF tók ímóti í 2022, vórðu 61,6% brend, 31,7% fóru til endurvinningar og 6,7% vórðu tyrvd. Ein minking er í øllum bólkum, og størsta minkingin er í nøgdunum av tyrviburturkasti, sum minkaðu við 20%. Býtið millum hesar tríggjar viðgerðarhættirnar hevur verið støðugt seinastu 5 árini.

Nýggja støðin í Nýggjheiðum avhendað

Nýggja tyrvimóttøkan og reinsiverkið í Nýggjheiðum í Kvívík varð avhendað fyrst í 2023.

Nýggja støðin er eitt dømi um, hvussu IRF áhaldandi arbeiðir við at menna innsavningar- og viðgerðarhættir, soleiðis at hesi gerast umhvørvisvinarligari. Við nýggju tyrvihøllini eru betri møguleikar at skilja og hagreiða burturkast innandura, inntil veður er at tyrva tað. Soleiðis kunnu vit í størri mun fyribyrgja, at burturkast fýkur og dálkar umhvørvið.

Reinsiverkið í Nýggjheiðum er eisini umhvørvisliga sæð eitt stórt stig á grønu kósini. Reinsiverkið gevur góðar møguleikar at skilja plast og annað óviðkomandi tilfar frá evjuni, áðrenn hon verður tyrvd, og á tann hátt hava vit fingið eina betri viðgerð av rottangaevjuni, enn vit høvdu við gomlu skipanini við evjubrunnum.

Alt virksemið hjá IRF ISO-góðkent

Á sumri 2022 varð innan- og uttanhýsis ISO-skoðan framd hjá IRF, og allar deildir hjá IRF eru góðkendar sambært ISO-14001 fram til juli 2025.

Nýtt felags renovatiónsfelag í Føroyum

Í løtuni verður arbeitt við at stovna eitt nýtt renovatiónsfelag, sum allar kommunur í Føroyum kunnu verða limir í. Ætlanin er, at virksemið hjá IRF og KB verður lagt í nýggja felagið. Fyri IRF merkir tað, at alt virksemi og øll starvsfólk halda fram í nýggja felagnum, og at allar ognir og skyldur hjá IRF verða fluttar í nýggja felagið.

Ársfrásøgnin 2022 kann lesast her.