Tríggir nýggir innsavningarbilar

IRF hevur keypt tríggjar nýggjar bilar, sum savna gráar, hvítar og reyðar posar inn frá húsarhaldum í miðøkinum. Bilarnir eru tvídeildir, og savna tí bæði hvítar posar við pappíri og pappi til endurvinning, umframt gráar posar við vanligum húsarhaldsruski. Harafturat er eisini eitt rúm til reyða posa við serliga dálkandi burturkasti.

Nýggju bilarnir komu til landið fyri nøkrum vikum síðani og eru nú tiknir í nýtslu ístaðin fyri teir gomlu. Gomlu bilarnir vóru 10 ára gamlir og væl brúktir, so tað trongdi til eina útskifting.

Um bilarnar

Bilarnir eru av slagnum Scania og hava mest framkomnu tøknina, bæði hvat viðvíkur trygdarskipan, økonomi og umhvørvi. Tað passar væl inn í umhvørvispolitikkin hjá IRF í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari, at hesir nýggju bilarnir, umframt at vera umhvørvisvinarligir, eisini kunnu nýta biodiesel sum brennievni.

Okkara røsku innsavnarar eru sera spentir at taka nýggju bilarnar í nýtslu.