Avskiping av jarni

Herfyri avskipaðu vit jarn frá Gjánoyri. Talan varð um 952 tons av jarni, sum vit sendu uttanlands til endurvinning.

Í fjør avskipaðu vit jarn tríggjar ferðir, og tá vórðu tilsamans 4.127 tons av jarni send av landinum, har tað verður smeltað um til nýggjar lutir ella til nýtt tilfeingi.

Hví endurvinna jarn?

Jarn er tað mest brúkta metalið í heiminum, og tað kann endurvinnast fleiri ferðir. Umhvørvisliga sæð eru tveir stórir fyrimunir við at endurvinna jarn. Tá vit endurvinna jarn, minka vit um tørvin at útvinna nýtt jarn úr náttúruni. Harafturat brúkar jarnvinnan minni orku uppá at framleiða jarnlutir úr endurvunnum jarni enn úr nýggjum rávørum.