Hví endurvinna glas?

Í 2021 vórðu 10 tons av glasi send av landinum til endurvinning. IRF hevur ment seg nógv á endurvinningarøkinum seinastu árini, og fleiri burturkastbólkar, ið fyrr vórðu brendir ella tyrvdir, verða nú sendir av landinum til endurvinning ístaðin.

Tað er skilagott at skilja glas frá vanliga húsarhaldsburturkastinum, tí glas kann endurvinnast umaftur og umaftur, uttan at góðskan á tilfarinum versnar. Tískil er glas eitt sera virðismikið tilfeingi, tá hugsað verður um ringbúskap.

Glasendurvinning betrar eisini um arbeiðsumhvørvið hjá innsavnarunum, tí glas fyllir og vigar nógv í tí gráa posanum. Harafturat minkar tað eisini um vandan at skera seg av brotnum glasi, tá ið glasið verður tikið frá vanliga húsarhaldsburturkastinum.

Umhvørvisliga loysir tað seg at endurvinna glas, tí at framleiða vørur úr endurvunnum glasi er ikki eins orkukrevjandi, sum at framleiða glas úr nýggjum rávørum. Við glasendurvinning er ikki neyðugt at framleiða nýtt glas, og útvinning av rávørum og útlát av vakstrarhúsgassum minkar.

Hvat glas kann latast til endurvinning?

  • Glaskrukkur
  • Drekkigløs
  • Glasfløskur (tær, sum ikki kunnu latast inn í pantskipan)

Glasluturin skal vera tómur og skolaður við vatni. Tað er ikki er neyðugt at vaska glasið við sápu. Áskriftir (etikettir) kunnu vera á glaslutinum, og tað sama er galdandi fyri lok og proppar úr plasti, korki og metalli.

Bæði klárt og litað glas kann latast í sama ílat. Best er, um glasið er so lítið brotið sum møguligt.

Hvat kann ikki latast til glasendurvinning?

  • Steintoy og postalín (t.d. koppar og krúss)
  • Keramikkur (t.d. urtapottar)
  • Eldføst føt
  • Grýtulok úr glasi
  • Ljósperur
  • Spegl
  • Vindeygagløs, bilrútar og laminatgløs
  • Holnálir (kanylir) og annað glas við vandamerki á

Hvar kann eg lata glas inn til endurvinning?

Hesi endurnýtsluplássini hjá IRF hava glasmóttøku: Toftir, Runavík, Oyndarfjørður, Skáli, Strendur, Norðragøta, Fuglafjørður, Nesvík, Vestmanna, Klaksvík, Viðareiði, Hvannasund, Haraldssund, Miðvágur, Sørvágur, Sandur, Tvøroyri, Hov og Vágur.