Nýggja tyrvimóttøkan og reinsiverkið avhendað

Týsdagin, 10. januar 2023, var avhendingin av nýggju tyrvimóttøkuni og reinsiverkinum úti í Nýggjheiðum í Kvívík. Á støðini er móttøka av tyrviburturkasti, eitt tyrvingarpláss og eitt reinsiverk til rottangaevju. Tað var í desember 2019, at IRF og Tórshavnar kommuna gjørdu samstarvsavtalu um felags viðgerð av tyrviburturkasti og rottangaevju, og arbeiðið, sum byrjaði í 2020, hevur gingið eftir ætlan. PB Consult hevur verið høvuðsráðgevi, og J&K Petersen hevur staðið fyri byggingini saman við undirveitarum.

Nú byggingin er liðug, verður fyrsta tíðin brúkt til royndarkoyringar, men skjótt væntast støðin at koyra eftir ætlan, og frameftir verður viðgerð av øllum tyrviburturkasti og allari rottangaevju úti í Nýggjheiðum.   

Væl avgreitt arbeiði

Í sambandi við avhendingina takkaði Pætur Húsgarð frá PB Consult IRF fyri stóra álitið, sum varð víst teimum at fáa loyvi at standa á odda fyri hesi spennandi verkætlan.

Áðrenn arbeiðið varð boðið út, varð drúgt kanningararbeiði gjørt til røttu staðsetingina, umframt at fáa øll loyvir til vega.

Útbjóðing av fyrsta byggistigi, sum umfataði avhegning av tyrvingarplássi, uppsamlingarveitir og leiðingsarbeiði, var boðið út á heysti 2019 og varð avhendað í mai mánað 2020. Annað byggistig, sum var spreinging og planering fyri bygningunum v.m. varð avhendað á heysti 2020. Triðja og seinasta byggistig varð boðið út á sumri 2020, og sáttmálin um høvuðsarbeiðstøku varð undirskrivaður 1.september 2020. J&K Petersen hevur gjørt øll trý byggistigini.

Pætur Húsgarð nýtti høvi til at takka J&K Petersen og teirra undirveitarum fyri sera gott samstarv undir allari verkætlanini. Avbjóðingar hava verið vetrarmánaðirnar við nógvum kava og vánaligum veðri, men kortini varð arbeiðið avhendað til tíðina og til avtalaða fíggjarkarmin.

Um verkætlanina

Staðsetingin av nýggju støðini er vald út frá tí góða og slætta lendinum úti í Nýggjheiðum í Kvívík, og so liggur støðin eisini í hóskandi frástøðu frá bygdum øki. Nógv orka er løgd í at laga verkætlanina so væl til lendið sum gjørligt.

Umframt at gera økið klárt at taka ímóti tyrviburturkasti og rottangaevju eru tríggir bygningar bygdir á økinum. Ein høll at savna saman tyrviburturkast, eitt reinsiverk til rottangaevju umframt eitt bilhús til rottangabilar.

Nýggja plássið verður mett at kunna nøkta tørvin komandi 30 árini. Hetta skal sjálvandi takast við ávísum fyrivarni sæð í mun til samfelagsgongdina og menningina á burturkast- og endurvinningarøkinum sum heild.

Við nýggju tyrvihøllini eru góðir møguleikar at skilja tyrviburturkastið, og at hava tað innandura, inntil veðrið loyvir at grava tað niður á tyrviplássinum.
Reinsiverkið er einasta av sínum slag í Føroyum og skal m.a. tryggja, at eingin plastdálking stendst av evjuni.
Fýra bilhús eru til rottangabilar, soleiðis at livitíðin á bilunum verður longri.
Pætur Húsgarð frá PB Consult, sum hevur verið høvuðsráðgevi á verkætlanini, takkaði veitarunum fyri góða arbeiðið.
Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF, takkar Sigtóri A. Petersen, stjóra í J&K Petersen, fyri samstarvið.