Plakat – Skiljing av sjóvinnuburturkasti
Nógv burturkast kemur inn til IRF frá føroysku sjóvinnuni. Fyri at gera skiljingina av burturkasti so skynsama sum gjørligt, hevur IRF ment eina plakat við ymsu burturkastbólkunum í sjóvinnuni.
Prentað A1-eintøk kunnu umbiðjast á samskifti@irf.fo ella á tlf. 23 42 33.
Tak niður plakat sum PDF her: plakat-sjovinnan2021-pdf
Tak niður plakat sum A1 prentfílu her: plakat-sjovinnan2021-prent-pdf
Meira um plakatina
Vegleiðingin er ein plakat, sum í høvuðsheitum er samansett av myndum. Allur teksturin á plakatini er á føroyskum, enskum og russiskum, soleiðis at øll starvsfólk í sjóvinnuni kunnu skilja hana. Høvuðsendamálið við plakatini er at geva eitt skjótt og einfalt yvirlit yvir burturkastbólkarnar í sjóvinnuni, og hvussu teir skulu skiljast.
Myndir av burturkastbólkum
Fyri at gera skiljingina av burturkasti sjónligari og greiðari innan sjóvinnuøkið, eru her myndir av ymsu burturkastbólkunum á plakatinum. Hesar eru ætlaðar til at prenta og seta á bingjur, ruskíløt o.t.
-

Pappír -

Papp -

Bleytt plast -

Káplar og leidningar -

Battarí og akkumulatorar -

Elektronikkur -

Jarn -

Aluminium -

Kopar -

Rustfrítt stál -

Stórsekkir -

Endar og trossar -

Aliringar og fóðurslangur -

Nailongørn -

Trol og net uttan grunnar -

Veirar -

Spillolja og oljudálkað vatn -

Máling, lakk og lím -

Kemiskur lútur -

Spreydósir -

Ljósrør og perur -

Plantu- og djóraeitur -

Trýstfløskur -

Blandað burturkast at brenna -

Stórt burturkast at brenna -

Trolkúlur -

Trolgrunnar -

Blýlínur -

Línur og teymar -

Avvatnað, lívrunnið burturkast -

Fóðursekkir v/heilivágsrestum -

Boyur -

Flot úr PVC -

Presendingar við PVC -

PVC-rør