Plakat – Skiljing av sjóvinnuburturkasti

Nógv burturkast kemur inn til IRF frá føroysku sjóvinnuni. Fyri at gera skiljingina av burturkasti so skynsama sum gjørligt, hevur IRF ment eina plakat við ymsu burturkastbólkunum í sjóvinnuni.

Prentað A1-eintøk kunnu umbiðjast á samskifti@irf.fo ella á tlf. 23 42 33.

Tak niður plakat sum PDF her: plakat-sjovinnan2021-pdf

Tak niður plakat sum A1 prentfílu her: plakat-sjovinnan2021-prent-pdf

Meira um plakatina

Vegleiðingin er ein plakat, sum í høvuðsheitum er samansett av myndum. Allur teksturin á plakatini er á føroyskum, enskum og russiskum, soleiðis at øll starvsfólk í sjóvinnuni kunnu skilja hana. Høvuðsendamálið við plakatini er at geva eitt skjótt og einfalt yvirlit yvir burturkastbólkarnar í sjóvinnuni, og hvussu teir skulu skiljast.

Myndir av burturkastbólkum

Fyri at gera skiljingina av burturkasti sjónligari og greiðari innan sjóvinnuøkið, eru her myndir av ymsu burturkastbólkunum á plakatinum. Hesar eru ætlaðar til at prenta og seta á bingjur, ruskíløt o.t.