Asbest er sera heilsuskaðiligt og skal tí latast inn fyri seg til IRF, væl innpakkað. Tað er dustið frá brotnaðum plátum, ið elvir til lungnakrabba. Anda tað ikki í teg.
- Takplátur
- Veggplátur
- Isolerað rør
Hvar kann tað latast inn?
Privat: Á kommunalu endurnýtsluplássini. Heilar asbest plátur skulu av trygdarávum liggja væl á platti, pakkaðar inn, so heilsuskaðiligt dust ikki stendur frá. Avskurðir skulu vera í posa, so dust ikki stendur frá.
Vinna og kommunur: Til IRF á Gjánoyri – eftir avtalu við IRF.
Hvar fer tað?
Asbest verður tyrvt á umhvørvisgóðkendum tyrvingarplássi hjá IRF. Asbest má undir ongum umstøðum brennast.