Ráðgeving til stovnar og vinnukundar um skiljing
Alsamt fleiri arbeiðspláss vilja fegin í gongd við at skilja meira, men ofta eru nógv ivamál um t.d. hvørjar skiljingar eru mest viðkomandi og hvørji íløt skulu keypast.
Durita Toftegaard starvast hjá IRF sum ráðgevi á hesum økinum og er til reiðar at hjálpa tykkum.
Tit kunnu seta tykkum í samband við Duritu á tlf. 234223 ella senda ein teldupost til dt@irf.fo.
Skeivar skiljingar frá vinnuni skulu minka
Saman við vinnuni arbeiðir IRF áhaldandi við at minka um skeivar skiljingar av burturkasti. Fyri at náa hesum máli er eyka starvsfólkaorka sett av til at taka sær av allari ráðgeving hesum viðvíkjandi.
Ókeypis myndatekin til ruskíløt – les meira her.
Skiljiplakatir til byggi- og sjóvinnu – sí meira her.