REYÐI POSIN
Reyði posin er til serliga dálkandi burturkast, sum t.d.
- øll battarí, ið verða brúkt í húsarhaldinum
- øll sløg av ljósperum og ljósrørum
- smærri elektroniskar lutir, so sum gamlar fartelefonir, ipads, løðarar, roykávararar og káplar
- øll kemikaliu frá húsarhaldinum, t.d. lút, sýru, loysingarevni og sápu
- allar spreydósir (fullar og tómar), sum t.d. hársprey og spreymáling
Tá tú skalt lata reyða posa inn, skalt tú seta hann saman við gráa posa tann dagin, hesin verður heintaður. So verður reyði posin tikin og tú fært ein nýggjan í staðin.
Um tú ongan reyðan posa hevur, kanst tú boða okkum frá á hesi síðu ella við at skriva til irf@irf.fo , so bera vit tær ein út, næstu ferð tín grái posi verður heintaður.
Reglugerð
• Tryggja tær, at íløtini eru tøtt.
• Tryggja tær, at posin stendur væl heim, soleiðis at einki brotnar í posanum, t.d. perur.
• Lat lút vera í upprunaílatinum.
• Um tú hevur stoytt kemiskan lút í annað ílat, skriva so á hvat er í, so hetta kann handfarast rætt.
• Bind um reyða posan, tá ið hann er fullur, so einki fer úr.
Kyksilvur vandi tá spariperur ella ljósrør brotna
Tá ið spariperur ella ljósrør brotna, kemur kyksilvur í luftina. Tað mást tú ikki anda í teg. Tá slíkt brotnar – lat liggja! Slepp tær burtur, meðan tú luftar út í 30 minuttir. Rudda varisliga upp, pakka tað brotna væl inn og lat tað so í gráa posan. Ikki dustsúgva, tí tad breiðir kyksilvurið út.
Goym battaríir í krukku
Fyri at eldur ikki skal standast av battaríum, verður mælt til, at tú goymir tey í krukku við loki á. Krukkan kann síðan latast í reyða posan hjá IRF.
Lat alt vera í tøttum íløtum
Um ymiskur húsarhaldsløgur verður blandaður saman, kann vandi vera fyri at eldur kyknar í ella skaðiligur dampur stendur frá.
Lat posan ikki gerast ov fullan
Gerst posin ov fullur, er størri møguleiki fyri at ting brotna við vanda fyri tær og teimum, sum skulu handfara posan.
Heilivágur
Leivdir av heilivági og sproytur skulu latast apotekum ella heimasjúkrasystrum.
Vil tú vita meira?
Tað serliga dálkandi burturkastið, sum kemur til IRF í reyða posa, verður pakkað og sent til burturbeiningar hjá góðkendum móttakara uttanlands.
Ein partur av burturkastinum verður brendur á serútgjørdum brennistøðum, ið brenna við serliga høgum hita. Á henda hátt verður eitraða burturkastið gjørt óskaðiligt, samstundis sum hitin frá brenningini fer til fjarhita og elveiting.
Ein annar partur av burturkastinum verður kemiskt viðgjørdur, meðan seinasta leivdin verður goymd á serútgjørdum økjum, t.d. í niðurløgdum námum.