ROTTANGATØMING
Rottangatøming kann bíleggjast her.
Prísir síggjast her.
Eru talan um nýtt virki ella bústaðarbroyting, ber til at melda til tænastuna her
Reglugerð
Eigarin av rottanganum hevur ábyrgd av, at tangin er í góðum standi, og ikki er til ampa fyri fólk og umhvørvið. Tá ið tangin er tømdur, leggur IRF ein lepa við árstali undir lokið á tanganum,
Treytirnar, fyri at tangin verður tømdur, eru:
• at tangin er lættur at koma til
• at tað er grivið væl frá rundan um lokið
• at lokið er væl fest, men lætt at loysa
• at lokið er trygt og heilt
• at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt
Metir manningin á rottangabilinum, at omanfyri nevndu viðurskifti ikki eru í lagi, verður tangin ikki tømdur. Eigarin fær fráboðan sendandi um, hvørji viðurskifti ikki eru í lagi, umframt at gjaldast skal eitt ómaksgjald fyri koyring.