1

SERBURTURKAST

• Battarí
• Allur kemiskur lútur
• Plantu- og djóraeitur
• Kyksilvur burturkast
• Sýrur, basur o.s.fr.

Hvar kann tað latast inn?
Privat: Í tann reyða IRF posan.
Vinna og kommunur: Eftir avtalu við IRF

Hvar fer tað?
Burturkastið verður væl skilt og sett, dunk fyri dunk, í serstakar tunnur, og flutt uttanlands til umhvørvisliga viðgerð.
Av tí vandamikla burturkastinum verður ein partur brendur á serútgjørdum brennistøðum, ið brenna við serliga høgum hita. Á henda hátt verður dálkandi burturkastið gjørt óskaðiligt.

Ein annar partur verður kemiskt viðgjørdur, meðan seinasti parturin verður goymdur á serútgjørdum økjum, har tað ikki kann elva til dálking, t.d. í niðurløgdum minum. Ein minni partur, so sum kyksilvur og battarí, verða endurnýtt.
IRF er altjóða ISO 14001:2015 góðkent til handfaring av vandamiklum burturkasti.