Skalt tú fletta? Minst so til hetta

Tað besta fyri umhvørvið er, at tú gagnnýtir sum mest av øllum tilfeinginum frá flettingini. Leivdirnar, sum eru eftir, skulu beinast burtur á rættan hátt. So hevur tú gjørt títt fyri at minka um dálkingina, sum stendst av fletting.

Her eru 5 burturbeiningarráð:

  • VEMBUR: Tøm vemburnar, áðrenn tær verða beindar burtur.
  • VÆTA: Lat sum mest av vætu renna frá, áðrenn leivdirnar verða burturbeindar.
  • LEIVDIR: Lat leivdir í plastposar, og bint fyri, áðrenn tað verður latið í bingjuna.
  • AVROÐ: Gagnnýt henda góða matin – hann er fullur í proteinum, vitaminum og mineralum.
  • SKINN: Lat seyðaskinn til góðkenda endurnýtslu.

Finn títt kommunala endurvinningarpláss her.

Tøm vemburnar
IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur.

Gagnnýt delikatu avroðini frá flettingini á ein spennandi hátt   
1. oktober í ár kemur nýggja, forvitnisliga bókin, “Tað, sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð”, út, sum IRF hevur latið gjørt saman við Kvinnu. Endamálið er at endurvekja áhugan fyri avroðum, sum jú eru full í proteinum, vitaminum og mineralum. Avroð er ein delikatessa bæði í Fraklandi og Italia, sum eru lond í fremstu røð innan góða matgerð. Sjálvandi, skulu vit aftur gagnnýta hetta fantastiska tilfeingi, heldur enn at blaka tað burtur og brenna tað.

Áður hevur IRF havt starvsfólkatiltak við Matkovanum um gagnnýtslu av avroðum, har Sunniva Mortensen frá Matkovanum vísti á týdningin at økja virðingina fyri avroðunum og at læra fólk at gagnnýta tey. Dugnaligi kokkurin, Kári Kristiansen, stóð fyri matgerðini. Her eru uppskriftir frá tiltakinum: Uppskriftir-gagnnýtsla av avroðum
Fleiri uppskriftir síggjast her: Matkovin

Seinastu árini hava fleiri smærri lokalar verkstovur verið kring landið, ið gagnnýta tálg til ymisk endamál, eitt nú til nýggjársblikk, ljós, sápur og fuglamat. Tað er sera gleðiligt, at vit í størri mun eru farin at gagnnýta hetta tilfeingið, sum annars fer burtur.IRF hevur fyrr skipað fyri tálgaverkstovu fyri starvsfólk. Her er uppskriftin, sum vit nýttu á verkstovuni, um tú hevur hug at royna teg: Uppskrift-úr-tálg-sápa-ljós-og-fuglamatur

Lat seyðaskinn til endurnýtslu
Vit heita á fólk um at lata seyðaskinn til endurnýtslu. Í løtuni er tað bert Faroe Sheep (fyrr: Oikos), sum er góðkendur móttakari av seyðaskinnum í Føroyum. Um tit ætla at lata skinn til Faroe Sheep, er tað sera umráðandi, at tit fylgja krøvunum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni hesum viðvíkjandi. Les meira her.

Fyri at Faroe Sheep kann gagnnýta skinnini, er tað sera týdningarmikið, er skinnini verða væl køld niður beint eftir flettingina, og at tit ansa eftir, at roðin ikki tornar. 
Gevið gætur: Neyðugt er at ringja á tlf. 260026 dagin fyri ella í seinasta lagi sama morgun, tit ætla tykkum á fjall, so Faroe Sheep fær sent djóralæknan á rættina. Les meira her.

Búnaðarstovan hevur skipanina viðvíkjandi stuðli til seyðaskinn um hendi. Tak niður reglugerð fyri veiting av stuðulsjáttan til føroysk seyðaskinn.

Hví dálkar tað at brenna leivdir frá flettingini?
Um heystið, tá ið nógvar vátar leivdir frá flettingini koma inn, kann tað verða trupult hjá IRF at halda ovnin nóg heitan, til tess at forða fyri dálkandi útláti. Vit heita tí á fólk, um at fylgja omanfyri nevndu vegleiðing, so vit í felag kunnu verja umhvørvið.