Plakat – Skiljing av byggiburturkasti

image_pdf

Í kjalarvørrinum á, at fleiri føroyskar byggifyritøkur hava spurt eftir meira kunning um skiljing, hevur IRF ment eina plakat við ymsu burturkastbólkunum í byggivinnuni.

Prentað A1-eintøk kunnu umbiðjast á samskifti@irf.fo ella á tlf. 23 42 33.

Tak niður plakat sum PDF her:

Tak niður plakat sum A1 prentfílu her

Meira um plakatina

Vegleiðingin er ein plakat, sum í høvuðsheitum er samansett av myndum. Allur teksturin á plakatini er á føroyskum, enskum, pólskum og rumenskum, soleiðis at øll starvsfólk í byggivinnuni kunnu skilja hana. Høvuðsendamálið við plakatini er at geva eitt skjótt og einfalt yvirlit yvir burturkastbólkarnar í byggivinnuni, og hvussu teir skulu skiljast.

Myndir av burturkastbólkum

Fyri at gera skiljingina av burturkasti sjónligari og greiðari á byggiplássunum, eru her myndir av ymsu burturkastbólkunum á plakatinum. Hesar eru ætlaðar til at prenta og seta á bingjur, ruskíløt o.t.