Plakat – Skiljing av byggiburturkasti
Í kjalarvørrinum á, at fleiri føroyskar byggifyritøkur hava spurt eftir meira kunning um skiljing, hevur IRF ment eina plakat við ymsu burturkastbólkunum í byggivinnuni.
Prentað A1-eintøk kunnu umbiðjast á samskifti@irf.fo ella á tlf. 23 42 33.
Tak niður plakat sum PDF her:
Tak niður plakat sum A1 prentfílu her
Meira um plakatina
Vegleiðingin er ein plakat, sum í høvuðsheitum er samansett av myndum. Allur teksturin á plakatini er á føroyskum, enskum, pólskum og rumenskum, soleiðis at øll starvsfólk í byggivinnuni kunnu skilja hana. Høvuðsendamálið við plakatini er at geva eitt skjótt og einfalt yvirlit yvir burturkastbólkarnar í byggivinnuni, og hvussu teir skulu skiljast.
Myndir av burturkastbólkum
Fyri at gera skiljingina av burturkasti sjónligari og greiðari á byggiplássunum, eru her myndir av ymsu burturkastbólkunum á plakatinum. Hesar eru ætlaðar til at prenta og seta á bingjur, ruskíløt o.t.
-
Pappír -
Papp -
Bleytt plast -
Káplar -
Battarí -
Amboð og el-tól -
Jarn -
Aluminium -
Kopar -
Rustfrítt stál -
Stórsekkir -
Neilonendar- og trossar -
Máling -
Kemiskur lútur -
Spreydósir -
Ljósrør -
Perur -
Trýstfløskur -
Smátt burturkast at brenna -
Stórt burturkast at brenna -
Trýstviðgjørdur viður -
Glashurðar og -vindeygu -
Glastrevja -
Dekk uttan felgur -
Flamingo -
Troldtekt o.tíl. -
Sandwichmodul -
Gips -
Asbest -
Steinull -
Glasull -
Keramikkur -
PVC-rør