Skrivstovufólk til IRF

Vit søkja eftir skrivstovufólki at byrja 1. januar 2022 ella skjótast til ber.

Hevur tú hollar royndir innan skrivstovuyrkið og ástøðiliga útbúgving, ert tú møguliga tann, vit søkja eftir.

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:

  • Telefonavgreiðslu
  • Ordramóttøku
  • Skráseting av uppgávum
  • Fakturering
  • Debitorrøkt
  • Annað skrivstovuarbeiði

Krøv til umsøkjaran:

  • Viðkomandi ástøðilig útbúgving innan skrivstovuyrkið
  • Dámar væl kundasamskifti
  • Góð samstarvsevni
  • Góðar telduførleikar. Kunnleiki til Microsoft Dynamics NAV 2017 og Office-pakkan er ein fyrimunur
  • Góðar málsligar førleikar á føroyskum, donskum og enskum

Vit bjóða

Vit bjóða tær eitt spennandi starv, sum tú fært møguleika at seta tín dám á. Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja 1. januar 2022. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsóknarfreist

Umsókn, lívsrensl og avrit av prógvum skulu sendast til starv@irf.fo í seinasta lagi 26. november 2021.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til deildarleiðaran, Duritu Toftegaard, á tlf. 23 42 23 ella dt@irf.fo. 

Um IRF

IRF er ein interkommunalur felagskapur, ið árliga tekur ímóti og viðger 41.000 tonsum av burturkasti. IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins her.