Spar við at endurnýta

Tað er ein greiður fíggjarligur fyrimunur fyri fyritøkur, kommunur og stovnar at endurnýta papp og pappír.
Sum dømi kostar tað 40 kr. pr. kubikki at lata makulerað pappír til endurnýtslu, meðan tað kostar 218 kr. at brenna tað.

Her er sostatt ein sparing á heili 445% at heinta pr. kubikk. Tað sama ger seg galdandi fyri alt væl skilt papp og væl skilt pappír.

Kanning, sum nýliga er gjørd av Cowi um endurnýtslu í Føroyum, vísir, at vit í Føroyum kundu endurvunnið tvífalt so nógv papp og pappír í mun til tað, vit gera.
IRF vil tískil vísa á góðu møguleikarnar sum fyritøkur, kommunur og stovnar hava at spara pening, samstundis sum tær kunnu rætta umhvørvinum eina hond.