• Spariperur
• Ljósrør
• Neonrør
Hvar kann tað latast inn?
Privat: Perur í tann reyða IRF posan. Størri ljósrør skulu á kommunalu endurnýtsluplássini.
Vinna og kommunur: Eftir avtalu við IRF
Minst til: Ljósrør og spariperur er vandamikið burturkast, vegna kyksilvurið, sum er í. Tá ið spariperur og ljósrør brotna, kemur kyksilvur í luftina. Tað mást tú ikki anda í teg. Tá slíkt brotnar – lat liggja! Slepp tær burtur, meðan tú luftar út í 30 minuttir. Rudda varisliga upp í plastposa og bind fyri. Ikki dustsúgva, tí tað breiðir kyksilvurið út.
Hvar fer tað? Ljósrørini og spariperurnar vera latnar í sergjørda lokaða skipan, sum pakkar burturkastið í tunnur. Burturkastið verður hereftir sent til endurnýtslu uttanlands. Út við 99% av einum ljósrøri kann endurnýtast.
Sparipera Ljósrør