1

Spillolja og oljudálkað vatn

Hevur tú tørv á at IRF heintar spillolju, oljudálkað vatn ella tungoljuevju, so kann hendan tænasta bíleggjast her

Spilloljuverkið tekur ímóti:
• Spillolju
• Oljudálkaðum vatni
• Tungoljuevja
• Kjølvatni
• Vatni frá tangareinsing
• Vatni frá oljuskiljarum
• Deksvatn frá oljuboring
• Umframt annað eftir tørvi

Set teg í samband við IRF. Vit hjálpa tær fegin!

Vilt tú vita meira?
Spilloljuverkið hevur altjóða ISO 14001:2015 góðkenda umhvørvisstýrisskipan umframt at verkið er umhvørvisgóðkent.

Spilloljuverkið tekur árliga ímóti áleið 4.300 m³ av spillolju og oljudálkaðum vatni. Spilloljuverkið reinsar spilloljuna og selur hana til endurnýtslu.