Starvsfólk til Reinsitænastuna hjá IRF

image_pdf

Vit søkja eftir einum fólki í tíðaravmarkað starv til Reinsitænastuna hjá IRF at byrja skjótast gjørligt. Starvið er tíðaravmarkað til 31.10.2023.

Reinsitænastan hjá IRF hevur m.a. hesar uppgávur:

  • heinta spillolju
  • reinsa tangar og kjølar
  • opa kloakkir
  • tøma uppsamlingsbrunnar
  • tøma rottangar
  • aðrar líknandi uppgávur

Krøv til umsøkjaran

  • Stóra koyrikortið og royndir við at koyra lastbil
  • Skal kunna arbeiða sjálvstøðugt

Vit bjóða

Vit bjóða tær eitt spennandi starv, sum tú fært møguleika at seta tín dám á. Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv at byrja skjótast gjørligt og inntil 31. oktober 2023. Starvið er lønt sambært sáttmála fyri fastlønt millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Umsókn, lívsrensl og avrit av prógvum skulu sendast til starv@irf.fo  í seinasta lagi kl.12.00 týsdagin 29. november 2022.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til deildarleiðaran, Duritu Toftegaard, á tlf. 23 42 23, dt@irf.fo ella varadeildarleiðaran, Adelbert Ellingsgaard, á tlf. 234221, ae@irf.fo.

Um IRF

IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.