Stóra umvælingin hjá IRF er byrjað

Sunnudagin 11. februar steðgaði IRF ovninum á Brennistøðini á Hagaleiti í Leirvík og arbeiðið at taka gamla heittvatnsketilin niður er byrjað. Alt innsavnað rusk verður nú ballað við rusk-ballimaskinu, inntil nýggi ketilin á Brennistøðini væntandi verður tikin í nýtslu í august.

IRF skrivaði í fjør undir sáttmála við donsku fyritøkuna Boilerworks um nýggjan heittvatnsketil og er hesin nú komin til Leirvíkar. Talan er um størsta heittvatnsketil í Føroyum. Frá mitt í apríl verður nýggi ketilin royndarkoyrdur og væntandi tillagingar gjørdar. Gongur alt eftir ætlan, verður brent aftur við fullari styrki í august.

Gamli ketilin varð tikin í nýtslu, tá Brennistøðin byrjaði í 1989 og hevur hann havt eina nógv longri livitíð enn upprunaliga væntað, men nú var tíðin komin til eina útskifting. Nýggi heittvatnsketilin verður munandi effektivari enn undanfarni og fer IRF at kunnu brenna uml. 72 tons av burturkasti um døgnið, í mun til 62 tons í dag. Brennistøðin fer harumframt at kunna koyra í 11 mánaðir út í eitt, áðrenn neyðugt verður at steðga fyri at reinsa skipanina, sum eisini er ein betran í mun til í dag.

Meðan ketilin verður útskiftur, verður høvið eisini nýtt til aðrar umvælingar og útbyggingar. Eitt nú verður bygt eitt tøknirúm til ketilin og tilhoyrandi skipanir.

Seinni í ár verður farið undir at byggja nýggja móttøkuhøll afturat Brennistøðini, ið skal betra um møguleikarnar at skilja burturkastið. Samlaða íløgan úti á Hagaleiti verður mett at kosta áleið 70-80 mió. kr. og verður eftir ætlan liðug á sumri 2019.

Í nærmastu framtíð verður eisini neyðugt at gera íløgur í eina nýggja rottangamóttøku, eins og støða skal takast til, um nýggjur umsitingarbygningur skal byggjast ella um haldast skal áfram at leiga høli til leiðsluna og umsitingina hjá virkinum.