Maskinistur til brennistøðina hjá IRF

Vit søkja eftir maskinisti ella handverkara til viðlíkahaldsarbeið og dagligan rakstur á Hagaleiti í Leirvík.
Tú kemur vanliga at arbeiða gerandisdagar frá kl. 08:00-16:00 og verður partur av dagtoyminum á Hagaleiti. Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:
- Dagligar rakstraruppgávur á brennistøðini
- Umvæling og viðlíkahald av útbúnaði og maskinum á brennistøðini og í móttøkuhøllum
- Vanligt viðlíkahald á brennisstøðini og í endurvinningarhøllini
- Annað fyrifallandi arbeiði
Vit vænta, at tú:
- ert útbúgvin maskinistur ella hevur líknandi tekniska útbúgving
- hevur bakgrund sum handverkari
- hevur koyrikort til bil
- hevur vanligar telduførleikar
- arbeiðir sjálvstøðugt og tekur ábyrgd í dagligdegnum
Eftir upplæring vænta vit, at tú kanst hjálpa til við flest øllum uppgávum á staðnum.
Brennistøðin
Tú verður partur av einum toymi við seks starvsfólkum, sum starvast um dagin og seks vaktarmonnum, sum arbeiða í skiftandi vaktum. Brennistøðin er í gongd alt samdøgrið mestsum alt árið. Tú vísir til leiðaran fyri brennistøðina og endurvinningarhøllina og kemur at vera ein virkin og týdningarmikil partur av rakstrinum.
Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt spennandi starv, sum tú fært møguleika at seta tín dám á. Um tú ikki hevur trukkloyvi frammanundan verður tílíkt skeið bjóða tær. Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Úti á Hagaleiti eru á leið 40 starvsfólk. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.
Setanarviðurskiftir
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvstaðurin er hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum viðkomandi avvarandi fakfelag og KAF. Tú vísir til leiðaran á brennistøðini og endurvinningarhøllini. Ynskiligt er, at tú kanst byrja skjótast gjørligt.
Umsóknarfreist
Freistin at søkja er í seinasta lagi týsdagin 7. juli 2026.
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til leiðaran á brennistøðini og endurvinningarhøllini, Sverra Danielsen, á tlf. 23 42 51.
Um IRF
IRF er ein interkommunalur felagsskapur, ið árliga tekur ímóti og viðger umleið 38.000 tons av burturkasti. IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingið, sum kundi verið endurvunnið, strembar IRF eftir at gera ein mun í arbeiðinum móti einum grønari ringbúskapi, har alsamt meira verður endurvunnið heldur enn brent ella tyrvt – umhvørvinum og okkum øllum at frama.
Umhvørvispolitikkurin hjá IRF er grundaður á heimsmálini hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Vit hava í ár, sum fyrsti føroyski renovatiónsfelagsskapur nakrantíð, vunnið viðurkenda heiðurin “Verdensmålsprisen 2026” hjá Cirkulær fyri okkara arbeiði við verkætlanina “Tað sum eftir er”. Les meira um umhvørvispolitikk okkara her.