Suðuroy – Avloysarar við stórum koyrikorti

IRF søkir eftir summaravloysara við stórum koyrikorti til IRF í Suðuroy. Ynskiligt er, at tú byrjar sum skjótast.

Kanst tú arbeiða sjálvstøðugt, ert røkin, álítandi og jalig/ur, ert tú møguliga tann, vit søkja.

Løn
Starvið er lønt sambært fastlønarsáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Nærri kunning
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Torfinnur Mortensen á tlf. 23 42 61.

Umsókn
Skrivlig umsókn kann sendast til tm@irf.fo.