Summarstarv hjá IRF

IRF søkir eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðnum 1. juni til 31. august 2026. Vit bjóða tær møguleikan at verða partur av einum stórum starvsfólkahópi, sum hvønn dag lyftir eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.
Talan er um summarstørv innan hesi øki:
- sum innsavnari
- sum bilførari (stóra koyrikortið krevst)
- í kundatænastuni (Koyrideildini)
- í Endurvinningarhøllini og í Serburturkasti
- í viðlíkahaldi o.ø.
Um størvini
Innsavnari
Starvið sum innsavnari fevnir um innsavnan av húsarhaldsposum og virkisposum v.m. í limakommununum hjá IRF.
Tú ert likamliga væl fyri og kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert røkin, álítandi og jalig/ur. Tað er ein fyrimunur um tú hevur stóra koyrikortið. Vit bjóða tær eitt starv, har samanhaldið er gott, og tú fært nógva fríska luft og kemur runt ein stóran part av landinum.
Bilførari
Starvið sum bilførari er at koyra bingju- ella pressubil og at savna inn burturkast frá vinnu og kommunalu endurvinningarplássunum í stórum parti av landinum. Tú kanst eisini verða knýtt/ur at reinsitænastuni, og tá er uppgávan m.a. at tøma rottangar ella at heinta spillolju og oljudálkað vatn v.m. Tú hevur stóra koyrikortið, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við at koyra lastbil. Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert røkin, álítandi og jalig/ur. Vit bjóða tær eitt starv, har tú vitjar mestsum hvønn krók í Føroyum, og roynir ymiskar bilar og ymiskar rutur.
Kundatænastan (Koyrideildin)
Í starvi sum móttøkufólk á Koyrideildini á Hagaleiti í Leirvík fert tú at taka tær av telefonavgreiðslu, teldupostum, ordramótøku, skráseting av uppgávum og øðrum fyrifallandi skrivstovuarbeiði. Tú hevur góðar telduførleikar og hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar KT-skipanir, tú ert tænastusinnað/ur og dugir væl at orða teg á føroyskum. Vit bjóða tær eitt starv har tónin er lættur, samanhaldið er gott, og tú kemur í samband við nógv fólk.
Endurvinningarhøllin og Serburturkast
Í Endurvinningarhøllini á Hagaleiti í Leirvík er uppgávan, saman við royndum starvsfeløgum, at skilja pappír, papp, plast, v.m., sum verður buntað og sent uttanlands til endurvinningar.
Í høllina fyri Serburturkast kemur alt tilfar frá reyðu húsarhaldsposunum og frá kommunalu endurvinningarplássunum. Endamálið við arbeiðinum innan serburtukast er at halda vandamiklum burturkasti burtur úr náttúruni og at skipa fyri, at virðismikið tilfeingi verður hildið í ringrás og sent til endurvinningar uttanlands.
Tú ert væl fyri likamliga, kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert røkin, álítandi og jalig/ur. Tú verður partur av einum toymi, sum arbeiðir væl saman.
Viðlíkahald
Starvið í viðlíkahaldinum er m.a. at sláa gras, mála og gera annað fyrifallandi arbeiði í økinum hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík.
Setanarviðurskifti
Talan er um tímalønt starv í tíðarskeiðnum frá umleið 1. juni til 31. august 2026. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag/Starvsfelagið og KAF.
Um tú vilt vita meira um størvini, ert tú vælkomin at venda tær til Suffíu Høj, HR-leiðara, á sh@irf.fo ella á tlf. 234237.
Umsókn
Tú søkir summarstarv við at fylla út umsóknarblaðið, ið leinkja verður tilniðanfyri. Viðfest umsókn, CV og svara ja/nei til tey ymisku starvsøkini, ið hava tín áhuga. Tað er eisini týdningarmikið, at tú sigur okkum, hvat tíðarskeið tú ert áhugað/ur at starvsast.
Freistin at søkja summarstarv hjá IRF er 1. juni 2026.
Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar. Í fjør tók IRF ímóti og viðgjørdi útvið 38.000 tons av burturkasti, harav oman fyri 9.000 tons vórðu endurvunnin og umleið 6.000 tons vórðu tyrvd.
Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. IRF hevur vunnið Verdensmålsprisen 2026. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í áhaldandi arbeiðinum at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á her.