TEKNISK KRØV TIL KOMMUNAL ENDURVINNINGARPLÁSS
Skiljihjálp til kommunal pláss
IRF hevur ment eina A3-plakat, sum er eitt vegleiðandi amboð til kommunur, um hvørji bingjur og íløt kunnu brúkast til ymisku burturkastbólkarnar. Sí vegleiðingina her.
Teknisk krøv til kommunalu endurvinningarplássini
1. Tak/hálvtak skal vera til plastbingjur og burturkast í stórsekkjum
2. Innandura goymsla skal vera til elektronik og serliga dálkandi burturkast v.m.
3. Fast og tætt undirlag – skal tola 10 tons aksiltrýst
4. Betonggarð – umleið 0,5 metrar høgur
5. Hegn – umleið tveir metrar høgt
6. Portur – meira enn seks metrar breitt
7. Festir til bingjur og bingjulok
8. Ljós – so tað sæst væl at ganga og koyra
9. Vatn at spula pláss og bilar við
10. Frárensl – helst við brunni til feitt og botnfall
11. Góðir atkomumøguleikar
Krav um tak/hálvtak: Stórsekkir til tyrviburturkast og plastbingjur skulu standa vardar undir taki/hálvtaki fyri veður og vind. Stórsekkir kunnu hanga á króki/gafli undir takinum. Stórsekkir vera grabbaðir av IRF, og tí er neyðugt at skipa umstøðurnar soleiðis, at bilur hjá IRF sleppur til sekkirnar.
Krøv til innandura goymslu: Ikki er neyðugt við stórum høli á minni plássum, men heldur skúri, sum er so mikið stórur, at pláss er til tað, sum skal standa innandura. Tryggja tær bara, at fylgjandi reglugerð kann haldast:
Reglugerð fyri innandura goymslu:
• Tað skal vera gjørligt at koyra inn við pallulyftara
• Høli skal hava breiða dragihurð og vera uttan gáttir og trappur
• Neyðugt er við hyllum til elektronik og vandamikið burturkast at seta á
• Tað skal vera lætt at koma framat íløtunum, sum skilt verður í
• Skelti sum vísir, hvussu borgarin skal skilja.
Størri pláss kunnu við fyrimuni eisini hava:
• Høli á plássinum til starvsfólkið hjá kommununi, sum passar plássið.
- Plássið er bert opið til ávísar tíðir
- Plássið skal vera mannað, tá ið opið er
- Bara burturkast frá húsarhaldum skal á plássið
- Møguleiki skal vera at skilja burturkast á plássinum í:
- tað, sum skal brennast
- tað, sum skal endurvinnast
- tað sum skal tyrvast
- Serliga dálkandi burturkast