Tyrving Nýggjheiðar
Alt tyrviburturkast frá vinnuni koyrast til støðina í Nýggjheiðum oman fyri Kvívík.
Privat húsarhald skulu framvegis á kommunalu plássini við tyrviburturkasti.
Ert tú nýggjur kundi hjá IRF?
Um tú ikki áður hevur latið burturkast til IRF, so mást tú skrásetast sum nýggjur kundi.
Hetta gert tú við at ringja til koyrideildina hjá IRF á tlf. 41 42 43 og upplýsa navn, bústað, bygd/bý og postnr., teldupostur. Eisini skalt tú upplýsa, hvørt fyritøkan ynskir at stovna gjaldsavtalu ella ikki.
Mannagongd fyri at tøma í Nýggjheiðum
- Ein uppgáva skal vera stovnað frammanundan, áðrenn bilurin sleppur av við burturkastið í Nýggjheiðum.
- Uppgávan verður stovnað av kundatænastuni hjá IRF á tlf. 41 42 43. Uppgávan verður ikki stovnað av starvsfólkunum í Nýggjheiðum.
- Minst til, at bilurin skal vigast, tá ið hann kemur inn á støðina, og tá ið farið verður avstað aftur.
Tyrviburturkast verður skilt í:
- Asbest og eternit
- Glasull og steinull
- Gips
- Blandað tyrviburturkast