Umhvørvisleiðari til IRF

Brennur tú fyri umhvørvinum og ynskir at hava ein týðandi leiklut í arbeiðinum at gera Føroyar grønari? So ert tú møguliga okkara nýggi umhvørvisleiðari.

Starvið

Sum umhvørvisleiðari hjá IRF hevur tú ábyrgdina av øllum umhvørvisviðurskiftum hjá felagnum. Tú verður partur av leiðslutoyminum hjá IRF og hevur beinleiðis tilvísing til stjóran. Tú verður við til framhaldandi at tryggja grønu kósina hjá IRF saman við leiðslu, deildarleiðarum og starvsfólkum annars.

Tínar høvuðsuppgávur verða, at:

• Røkja og menna stýringsskipanir innan umhvørvisøkið
• Hava umsjón við øllum umhvørvisgóðkenningum hjá IRF
• Røkja sambandið við myndugleikarnar á umhvørvisøkinum
• Menna viðgerðina av burturkasti hjá IRF
• Innsavna og útgreina hagtøl
• Gera árligar umhvørvisfrágreiðingar
• Fylgja við á lóggávuøkinum innan umhvørvi
• Samskifta við kommunur, stovnar, virkir, áhugabólkar v.m.

Persónligir førleikar

• At hava gott yvirlit og góð samstarvsevnir
• At finna røttu loysnina grundað á nágreiniligar fyrireikingar
• At eftirmeta úrslit og mannagongdir, umframt at meta um møguligar effektiviseringar á økinum
• At samskifta í skrift og talu á føroyskum, norðurlendskum og enskum

Yrkisligir førleikar

• Viðkomandi ástøðilig útbúgving

Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur:

• Kunnleika til umhvørvisstýringsskipanir
• Leiðsluroyndir
• Góðan kunnleika til rakstur og logistikk
• Kunnleika til viðgerð av burturkasti

Setanar- og lønartreytir

Starvið verður sett frá 1. desember 2019 ella skjótast til ber og lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn og freist

Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu sendast til: irf@irf.fo. Umsóknirnar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. oktober 2019.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja at vita meira um starvið, eru vælkomnir at venda sær til Poul Andrias Joensen, stjóra, á tlf. 41 42 43.

Vit bjóða

Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur áleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum týdningi. Hvar hevði alivinnan og ferðavinnan í Føroyum verið, um alt burturkastið enn fór fyri bakka?

Um IRF

Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingi, sum møguliga kundi verið endurnýtt, ynskir IRF at spæla ein týðandi leiklut í arbeiðinum móti einum grønari búskapi, har alsamt minni verður brent og alsamt meira verður endurnýtt, umhvørvinum og okkum øllum at frama. Við útgangsstøði í hesum er visjón felagsins at gera Føroyar grønar.

Hóast nógvar íløgur eru gjørdar seinastu árini, eru framvegis stórar avbjóðingar fyri framman á burturkast- og endurnýtsluøkinum í Føroyum. Øll eiga vit at taka ábyrgd av methøgu burturkastnøgdunum í Føroyum, eins og vit í felag eiga at finna eina loysn.