Uppskriftir

Í Føroyum kunnu vit í nógv størri mun, enn hvat vit gera í dag, brúka alt tað tilfeingið, sum kemur frá seyðinum. Vit kunnu m.a. garva skinn, evna prýðislutir úr horni, gera sápu og ljós úr tálg, borðreiða við eini ørgrynnu av spennandi og øðrvísi máltíðum.
IRF hevur fyrr skipað fyri tálgaverkstovu fyri starvsfólk, har vit gjørdu sápur, ljós og fuglamat. Uppskriftir frá tálgaverkstovuni síggjast her: Uppskrift-talg-sapa-ljos-og-fuglamatur
Eisini hava vit havt starvsfólkatiltak við Matkovanum um gagnnýtslu av avroðum, har Sunniva Mortensen frá Matkovanum vísti á týdningin at økja virðingina fyri avroðunum og at læra fólk at gagnnýta tey. Dugnaligi kokkurin, Kári Kristiansen, stóð fyri matgerðini. Her eru uppskriftir frá tiltakinum: Uppskriftir-gagnnýtsla av avroðum
Les meira um tiltakið her: Starvsfólkatiltak við Matkovanum um gagnnýtslu av avroðum
Fleiri uppskriftir síggjast her: Matkovin
