2. byggistig - Nýggjheiðar

Útbjóðing – 2. byggistig

Við hesum verður 2. byggistig boðið út í almennari lisitatión til arbeiðið at gera nýtt tyrvingarpláss í Nýggjheiðum omanfyri Kvívík.

Við hesum verður 2. byggistig boðið út í almennari lisitatión til arbeiðið at gera nýtt tyrvingarpláss í Nýggjheiðum omanfyri Kvívík. Hetta arbeiðið er seinni partur av eini størri verkætlan, og talan er um bygging av fleiri bygningum: bygningur til skiljing av burturkasti, sum ikki skal brennast, bygningur til viðgerð av rottangaevju, starvsfólkabygningar, bilhús, verkstað, tøknirúm og pumpuhús til vatnbrunn. Mestsum alt jørðarbeiðið er gjørt, og økið er klárt at byggja á.

Arbeiðið verður boðið út sum høvuðsarbeiðstøka við niðanfyri nevndu arbeiðum:

  • 1. Jørð- og betongarbeiði
  • 2. Kloakkarbeiði
  • 3. HVS-arbeiði
  • 4. El-arbeiði

Verkætlanin fevnir í høvuðsheitum um:

  • Dagføring av verandi atkomuvegi
  • Bygging av bygningum
  • HVS-arbeiði
  • El-arbeiði

Arbeiðið skal gerast í tíðarskeiðnum: August 2020 – Juni 2022.

Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast frá PB Consult við at senda teldupost til gh@pbc.fo, og síðsta freist til bílegging er 2. juni 2020. Útbjóðingartilfarið verður bert sent út talgilt og kann heintast á dropboks eftir bílegging.

Tá ið biðið verður um útbjóðingartilfar, skal upplýsast:

  • Navn á virki
  • Kontaktpersónur og telefonnummar
  • Teldupostadressa