Útgerð til burturkast

Er ivi um, hvussu burturkastið skal skiljast, kann skiljiskjáttan hjálpa. Fær til skiljiskjáttuna her.

Tit eru eisini vælkomin at seta tykkum í samband við okkum, um tørvur er á vegleiðing. Les meira um ráðgeving til stovnar og vinnukundar her.

Útgerð Slag av burturkasti Útvegan
Plastbingja

Stødd: 770–1100 L.
Góð til minni nøgdir av t.d. restburturkast ella reinum pappi og pappíri.
Kundin útvegar sjálvur hesar bingjurnar.
Jarnbingja Stødd: 10-15 m³.
Kann brúkast til papp og pappír, restburturkast jarn ella blandað tyrviburturkast.
Kann leigast frá IRF. Les meira her.
Jarnlast Stødd: 17-28 m³.
Góð til stórar nøgdir av t.d. byggiburturkasti.
Kann brúkast til. t.d. timbur ella jarn.
Kann leigast frá IRF. Les meira her.
Gráir virkisposar Til restburturkast at brenna Kunnu keypast frá IRF.
Sí prísir her.
Hvítir virkisposar Til reint papp og pappír til endurvinningar. Kunnu keypast frá IRF.
Sí prísir her.
Klárir posar Til bleytt plast, fløskur og blik v.m. til endurvinningar.
Tað bleyta plastið verður heintað saman við pappinum.
Kunnu keypast frá IRF.
Sí prísir her.
Stórsekkir Góðir til gips, asbest og minni mongdir av blandaðum tyrviburturkasti.

Kunnu eisini brúkast til smærri nøgdir av t.d. trolum, nøtum og gørnum.

GG: Serligar mannagongdir eru galdandi viðv. burturbeiningini av asbest. Les meira her.

Ymisku tyrvibólkarnir mugu undir ongum umstøðum blandast saman. Les meira á skiljiskjáttuni.

Kunnu keypast frá IRF.
Sí prísir her.
IBC-tangar IBC-tangar, har toppurnar er skorin av, kunnu brúkast til ymiskar burturkastbólkar t.d. elektronikk ella glas Kundin útvegar sjálvur.
Plattar/ plattarammur/ fiskakassar Kulda- og frystiskáp o.t. skulu standa á plattum.
Gass- og trýstfløskur kunnu standa í plattarammum.
Hav tong við hondina, so leidningar kunnu klippast av tólunum og leggjast fyri seg.
Kemiskur lútur, loysingarevni, lak, máling o.s.fr. (GG: Hetta má standa trygt og helst innandura).
Kundin útvegar sjálvur.
Spilloljutangi Til spillolju og matolju. Kundin útvegar sjálvur.
Akkumulatorkassi Til øll sløg av akkumulatorum.
Battaríkrukka Øll gomul battarí skulu latast í krukku/lat við loki á fyri at fyribyrgja, at eldur kann koma í. Kundin útvegar sjálvur.
Avlangar pappeskjur Til ljósrør IRF útvegar pappeskjurnar.

Heinting / tøming

Fyritøkan/ stovnurin ger avtalu við IRF, nær møguligar bingjur, plastbingjur ella ruskposar skulu heintast/tømast.

IRF kann veita regluliga tøming hjá vinnufyritøkum, eins og eftir tørvi.

Við størri arbeiði so sum nýbygging ella niðurtøka av bygningum, kann avtala gerast við IRF um bingjur, lastir ella annan flutning.