ÚTGERÐ TIL ENDURNÝTSLUPLÁSS
Vegleiðing um útgerð til endurnýtslupláss
Ynskja tit at skilja burturkastið betur? Tað er ikki neyðugt við nógvari útgerð. Her er ein vegleiðing til tær kommunur, sum ynskja at betra um møguleikarnar hjá borgarunum at skilja burturkastið, til frama fyri umhvørivð.
Brennandi | |
---|---|
Slag av burturkasti | Útgerð |
Burturkast at brenna | Jarnbingja til brennandi |
Endurnýtsla | |
---|---|
Slag av burturkasti | Útgerð |
Reint papp og pappír | Jarnbingja ella minni plastbingja |
Fartelefonir | Í kurv ella spann, sum stendur innandura |
Leidningar | Í svartar plastsekkir innandura |
Elektronikkur | Størri mongdir á platt ella í kassa, ið kann koyrast við plattlyftara. Annars hóskandi ílat max. 20 kg. at bera. Hav tong við hondina, so leidningar kunnu klippast av tólunum og leggjast fyri seg. |
Ljósrør og spariperur | Skal standa innandura. Ljósrør skulu í avlangar pappeskjur, sum fáast ókeypis frá IRF. Spariperur skulu í hóskandi ílat, t.d. spann, so tað ikki brotnar, tá ið tað verður handfarið. |
Jarn og metal | Jarnbingja ella jarnlast |
Glærplast | Klárt, reint og bleytt glærplast kann savnast í kláran posa, sum skal standa innandura. |
Nótir, trol og gørn | Smáar mongdir kunnu latast í hvítan stórsekk m.a. til keyps frá IRF. Er talan um størri mongdir, skal avtala gerast við IRF. |
Spillolja | Spilloljutangi |
Burturkast at tyrva | |
---|---|
Slag av burturkasti | Útgerð |
Gips Gevið gætur: Gips má undir ongum umstøðum brennast. Tað gevur sera dálkandi útlát frá sær og terir ketilin á Brennistøðini. Gips skal latast til IRF fyri seg. |
Gips kann lastast inn í stórsekkum, sum skulu standa turt undir taki/hálvtaki. Er talan um størri mongdir, kann avtala gerast við IRF. Tað er sera týdningarmikið, at regn ikki sleppur at gipsinum, tí tá er tað ikki til at fáast við. |
Asbest Skal latast til IRF fyri seg. |
Heilar asbestplátur skulu av trygdarávum liggja væl á platti, pakkaðar inn, so heilsuskaðiligt dust ikki stendur frá. Avskurðir skulu vera í posa, so dust ikki stendur frá. |
Blandað tyrviburturkast (restin): Bjálving, keramik, PVC-rør, glasfibur, glas, restir av byggitilfari. |
Jarnbingja. Kann eisini fara í stórsekkir, sum skulu standa turt undir taki/hálvtaki. Bjálving skal vera í plastposum, áðrenn tað verður latið í bingju ella stórsekk, so tað ikki fýkur við vindinum og dálkar umhvørvið. |
Serliga dálkandi burturkast | Útgerð |
---|---|
Kemiskur lútur, loysingarevni, lak, máling o.s.fr.: | Skal standa innandura. Lat kemiskan lút standa væl í t.d. spann. Kommunan kann eisini melda seg til umbýtingar tænastuna hjá IRF til vandamikið burturkast, har kommunan fær sýrufastan kassa frá IRF at goyma vandamikið burturkast í. Kommunan fær ein nýggjan kassa, tá ið hin verður heintaður. Tænastan kostar eitt árligt gjald, sí prísbók. |
Battaríir | Glaskrukka við skrúðuloki. Skal standa innandura. |
Køliskáp og frystiboksir | Skulu standa á platti |
Akkumolatorar | Skulu standa á platti |