ÚTGERÐ TIL VINNUBURTURKAST
Ynskja tit at skilja burturkastið betur? Tað er ikki neyðugt við nógvari útgerð. Her er ein vegleiðing.
| Brennandi | |
|---|---|
| Slag av burturkasti | Útgerð |
| Burturkast at brenna | Jarnbingja ella plastbingja (200-1000 L) og grái virkisposin. |
| Endurvinning | |
|---|---|
| Slag av burturkasti | Útgerð |
| Reint papp og pappír t.d. makulera | Jarnbingja, minni plastbingja (200-1000 L) ella hvíti virkisposin. |
| Bleytt plast | Bleytt plast frá t.d. vøruplattum kann savnast í kláran posa. Plastið er bleytt, tá ið tú kann binda ein knút við tí. Bleytt plast verður heintað saman við pappi/pappíri. |
| Elektronikkur, leidningar, fartelefonir | Størri mongdir á platt ella kassa, ið kann koyrast við pallulyftara. Annars hóskandi ílat max. 20 kg. at bera. |
| Ljósrør og spariperur | Ljósrør skulu í avlangar pappeskjur, sum fáast ókeypis frá IRF. Spariperur skulu í hóskandi ílat, t.d. spann, so ikki brotnar, tá ið tað verður handfarið. |
| Jarn og metal | Jarnbingja ella jarnlast. |
| Nótir, trol og gørn | Smáar mongdir kunnu latast í hvítan stórsekk m.a. til keyps frá IRF. Er talan um størri nøgdir, kann last leigast frá IRF. |
| Spillolja | Spilloljutangi, ið verður tømdur av IRF. |
| Akkumolatorar
Glas |
Skulu standa á platti
1.000 l íløt ella minni íløt á min. 20 kg. |
| Burturkast at tyrva | |
|---|---|
| Slag av burturkasti | Útgerð |
| Gips: Gevið gætur: Gips má undir ongum umstøðum brennast. Tað gevur sera dálkandi útlát frá sær og terir ketilin á Brennistøðini. Gips skal latast til IRF fyri seg. |
Gips kann lastast inn í stórsekkum, sum skulu standa turt undir taki/hálvtaki. Tað er sera týdningarmikið, at regn ikki sleppur at gipsinum, tí tá er tað ikki til at fáast við. Er talan um størri nøgdir, kann nærri avtala gerast við IRF. |
| Asbest: Skal latast til IRF fyri seg. |
Heilar asbestplátur skulu av trygdarávum liggja væl á platti, pakkaðar inn, so heilsuskaðiligt dust ikki stendur frá. Avskurðir skulu vera í posa, so dust ikki stendur frá. |
| Blandað tyrviburturkast (restin): Bjálving, keramik, PVC rør, restir av byggitilfari. |
Jarnbingja. Kann eisini fara í stórsekkir, sum skulu standa turt undir taki/hálvtaki. Bjálving skal vera í plastposum, áðrenn tað verður latið í bingju ella stórsekk, so tað ikki fýkur við vindinum og dálkar umhvørvið. |
| Serliga dálkandi burturkast | Útgerð |
|---|---|
| Kemiskur lútur, loysingarevni, lak, máling o.s.fr.: | Lat kemiskan lút og máling standa væl í ílati, so tað ikki dálkar ella er til vanda fyri starvsfólk sum handfara tað. |
| Battaríir | Glaskrukka við skrúðuloki. |
| Køliskáp og frystiboksir | Skulu standa á platti |