ÚTGERÐ TIL VINNUBURTURKAST
Ynskja tit at skilja burturkastið betur? Tað er ikki neyðugt við nógvari útgerð. Her er ein vegleiðing.
Brennandi | |
---|---|
Slag av burturkasti | Útgerð |
Burturkast at brenna | Jarnbingja ella plastbingja (200-1000 L) og grái virkisposin. |
Endurvinning | |
---|---|
Slag av burturkasti | Útgerð |
Reint papp og pappír t.d. makulera | Jarnbingja, minni plastbingja (200-1000 L) ella hvíti virkisposin. |
Bleytt plast | Bleytt plast frá t.d. vøruplattum kann savnast í kláran posa. Plastið er bleytt, tá ið tú kann binda ein knút við tí. Bleytt plast verður heintað saman við pappi/pappíri. |
Elektronikkur, leidningar, fartelefonir | Størri mongdir á platt ella kassa, ið kann koyrast við pallulyftara. Annars hóskandi ílat max. 20 kg. at bera. |
Ljósrør og spariperur | Ljósrør skulu í avlangar pappeskjur, sum fáast ókeypis frá IRF. Spariperur skulu í hóskandi ílat, t.d. spann, so ikki brotnar, tá ið tað verður handfarið. |
Jarn og metal | Jarnbingja ella jarnlast. |
Nótir, trol og gørn | Smáar mongdir kunnu latast í hvítan stórsekk m.a. til keyps frá IRF. Er talan um størri nøgdir, kann last leigast frá IRF. |
Spillolja | Spilloljutangi, ið verður tømdur av IRF. |
Akkumolatorar
Glas |
Skulu standa á platti
1.000 l íløt ella minni íløt á min. 20 kg. |
Burturkast at tyrva | |
---|---|
Slag av burturkasti | Útgerð |
Gips: Gevið gætur: Gips má undir ongum umstøðum brennast. Tað gevur sera dálkandi útlát frá sær og terir ketilin á Brennistøðini. Gips skal latast til IRF fyri seg. |
Gips kann lastast inn í stórsekkum, sum skulu standa turt undir taki/hálvtaki. Tað er sera týdningarmikið, at regn ikki sleppur at gipsinum, tí tá er tað ikki til at fáast við. Er talan um størri nøgdir, kann nærri avtala gerast við IRF. |
Asbest: Skal latast til IRF fyri seg. |
Heilar asbestplátur skulu av trygdarávum liggja væl á platti, pakkaðar inn, so heilsuskaðiligt dust ikki stendur frá. Avskurðir skulu vera í posa, so dust ikki stendur frá. |
Blandað tyrviburturkast (restin): Bjálving, keramik, PVC rør, restir av byggitilfari. |
Jarnbingja. Kann eisini fara í stórsekkir, sum skulu standa turt undir taki/hálvtaki. Bjálving skal vera í plastposum, áðrenn tað verður latið í bingju ella stórsekk, so tað ikki fýkur við vindinum og dálkar umhvørvið. |
Serliga dálkandi burturkast | Útgerð |
---|---|
Kemiskur lútur, loysingarevni, lak, máling o.s.fr.: | Lat kemiskan lút og máling standa væl í ílati, so tað ikki dálkar ella er til vanda fyri starvsfólk sum handfara tað. |
Battaríir | Glaskrukka við skrúðuloki. |
Køliskáp og frystiboksir | Skulu standa á platti |