Vaktarfólk til Oljureinsiverkið hjá IRF

image_pdf

Søkt verður eftir einum vaktarfólki til Oljureinsiverkið hjá IRF úti á Hagaleiti í Leirvík.

Tú kemur at verða partur av eini dag- og kvøldvaktarskipan.

Arbeiðsuppgávur

  • Móttøka og skráseting av innkomnum nøgdum
  • Dagligur rakstur av olju- og vatnreinsiskipan
  • Umvæling og røkt av útgerð og hølum
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Krøv til umsøkjaran

  • Ynskiligt er, at tú ert maskinmeistari ella maskinistur ella hevur líknandi hægri útbúgving
  • Tú skalt kunnu arbeiða sjálvstøðugt
  • Tú skalt duga og dáma væl at samstarva við kundar og starvsfelagar
  • Tú skalt vera fleksibul

Vit bjóða

Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur áleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum týdningi.

Setanarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv í skiftivaktum. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og KAF.

Ynskiligt er, at tú byrjar í starvinum 1. november 2021. 

Umsóknarfreist

Skrivlig umsókn, lívsrensl, avrit av prógvum og møguligum ummælum skal sendast til starv@irf.fo í seinasta lagi týsdagin 28. september 2021.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til deildarleiðaran, Andrias Joensen, á tlf. 23 42 14 ella aj@irf.fo. 

Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins her.